Brisbane
Appearance
Brisbane er býur í Avstralia og hevur 2 004 262 íbúgvar (2009). Brisbane er størsti býur og høvuðsstaður í Queenslandi. Hann er havnabýur við munnan á Brisbaneá. Brisbane er góður havnarbýur og stórur ídnaðarbýur. Í so máta líkist Brisbane høvuðsstaðnum í hinum londunum, sum allir eru tætt við áir og við sjógvin. Sum hinir høvuðsstaðirnir er Brisbane miðdepilin fyri handlinum í landinum, hann er høvuðsstaður í. Handilsøkið er tætt við havnina. Tað eru serliga ídnaðarvørurnar kjøt, sukur, ull og frukt, sum verða edlaðar og avskipaðar her, og eisini metal og viður. Brisbane hevur javnliga lýtt veðurlag, miðalhitin á vetri er 17 °C og á sumri 25 °C [1]; eingin dagur í Brisbane er kaldari enn ein góður summardagur í Føroyum.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-06-13. https://web.archive.org/web/20130613143745/http://new2brisbane.com.au/Living_in_Brisbane/Weather/Brisbane_Weather.html. Heintað 2013-07-05.